fjal

Verkfall rakar Sement

01.02.2012 - Helena Lamhauge

Margarinfabrikkin, ið er fyriskipari av tónleikakappingini Sement, boðar frá, at tiltakið er útsett vegna verkfall.

-At verkfallið og Sement skuldu renna saman soleiðis, er sera óheppið. Men tað merkir ikki, at tiltakið er avlýst. Føroya størsta tónleikakapping verður í ár - spurningurin er bara nær?
So leingi verkfall er, er tiltakið útsett. Hetta merkir, at í núverandi løtu ber ikki til at fastseta nýggja tíð til Sement 2012.

Fyrireikingarnar verða tiknar upp aftur og almenningurin kunnaður gongdina, tá ið verkfallið er liðugt, siga fyrireikarar.











In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.




Eysturskúlin | Skúlagøta 1 | FO-100 Tórshavn | Telefon: (+298) 30 25 40 | namx@namx.fo