fjal

Nám X-arar sum løgtingsfólk í ungdómstinginum

02.02.2012 - bergurj

Skipað verður fyri ungdómstingi í løgtinginum í komandi viku. Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum tey halda eru týdningarmikil. 

Hetta er fjórðu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum. Tey 33 ungdómstingfólkini fara at viðgera 10 lógaruppskot, sum snúgvu seg m.a. um ferðslu, skúlaviðurskifti, valrætt og meirvirðisgjald. 

Úr Nám X verða 10 luttakarar, sum hava fakið samtíð sum vallærugrein í hesum skúlaárinum. Tey hava evnað tvey uppskot, sum Hervør Pálsdóttir og Jógvan Højgaard koma at leggja fram. Fyribils verður ikki upplýst um innihaldið av uppskotunum, men miðlabreytin verður á staðnum við frágreiðingum og myndum úr løgtinginum í komandi viku. 











In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.




Eysturskúlin | Skúlagøta 1 | FO-100 Tórshavn | Telefon: (+298) 30 25 40 | namx@namx.fo