
20.02.2023 - Miðlabreytin
Vælkomin í Nám X
Aftur í ár verður NámX í Eysturskúlanum. NámX er skúlaloysnin til tín, ið ynskir at byrja framtíðina væl. Við at savna nógvar næmingarnar á sama staði, kunnu vit bjóða eitt breitt breytaval.
Set skúlaárið saman við tínum breytum og valfakum. Skúlavikan er 28 tímar. Tú velur tvær breytir, eina breyt 1 og eina breyt 2 og harumframt 8 tímar av øðrum lærugreinum.
Vit húsast í nútímans hølum við serstovum til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, landalæru, tónleik, smíð, handarbeiði, evning og skúlakøk. Umframt at vit hava bókasavn, skúlahøll, fimleikahøll, svimjihyl og uttandura leikvøll.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 19. mars.
Melda til her: https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSeH1WETTq1wou3cYFK2mbHeu9GsyYHNKcGJ9RzOjCh2BeCxFA/viewform