
Týningin týnir
26.04.2012 - Peter Hentze Niclasen
Tilvitska og samvitska eiga at fylgjast at. Tí er tað so týdningarmikið, at vit eru tilvitaði um fortíðina fyri at vera før fyri at taka við avbjóðingunum, framtíðin býður okkum.
Vit vitjaðu í dag týningarleguna Sachsenhausesn, og har sóu vit eitt søguligt dokument. Eina dokumentatóin um ræðuleikarnar frá seinna veraldarbardaga.
Vit hoyrdu um leiklutin hjá leguni. Fingu at vita, at myndugleikarnir í Sachsenhausen samskipaðu allar týningarlegurnar og arbeiði teirra.
Við tílíka vitjan fara tankarnir at reika, og spurningurin um dokumentatión meldar seg, nú vit til gerandis síggja í miðlunum allar ræðuleikarnar kring heimin. Og gott er, at miðlarnir vísa frá hesum, tí brotsmenninir mugu ongantíð fáa loyvi til at goyma teirra ræðurgerðir burtur.
Vitjanin var liðug, og hon fer allarhelst at búnast í næmingunum yvir fleiri ár - og gera tey til onnur menniskju.