
08.03.2023 - Miðlabreytin
Fastur táttur á Berlin-ferðini hjá Nám X er vitjan í týningarleguni Sachsenhausen, ið liggur einar 35 km norðanfyri Berlin.
Tá hernaðarleiðari teirra sameindu undir seinna veraldarbardaga – amerikanski generalur Eisenhower – steig innar um høvuðsgrindina í týningarleguni Auschwitz, hevði hann ein myndatøkumann við sær. Og hví ? – jú, segði hann ... heimurin má ongantíð gloyma hesar ræðuleikar til tess at fyribyrgja endurtøku av slíkum ræðuleikum. So er sjálvsagdi spurningurin sjálvandi, um mannaættin gloymdi ... ?
Sachsenhausen var fyrsta týningarlegan, ið nýútnevndi stjórin fyri løgreglu og fregnartænastu, Heinrich Himmler, setti í gerð í 1936.
Fleiri enn 200.000 menniskju sótu sum fangi í Sachsenhausen í tíðarskeiðinum 1936-1945.
Nú stendur legan so sum eitt minnismerki yvir áðurnevndu ræðuleikarnar – og fremur sína útbúgvingarligu uppgávu í hesum sambandi. Og vit vóna nú sum áður, at mannaættin ikki gloymir ...