
Mynd: Seasafe.fo
Sjóvinnubreytin á trygdarskeið í Klaksvík
02.05.2011 - Sverri Egholm
Allir næmingarnir í sjóvinnubreytini byrja í dag klokkan 8 á trygdarskeiði í Klaksvík.
Endamálið við skeiðinum er at kunna um brúk og viðlíkahald av trygdarútgerð, fyri at fyribygja vanlukkur, og at duga at bera seg betur at í neyðstøðum.
Øll sjófólk, sum mynstra umborð á føroyskum bátum, skulu hava staðið trygdarskeiðið.
Tað er Trygdarmiðstøðin í Klaksvík, sum hevur trygdarskeiðið. Sjóvinnubreytin fer kl. 06 av Farstøðini við bussi til Klaksvíkar. Trygdarskeiðið varðar í 3. dagar.