
Profilurin: Henningur Einar Juul
Navn: Henningur Einar Juul
Aldur: 16 ár
Skúli: Nám X
Bústaður: Hoyvík
Lýs teg sjálvan við trimum orðum!
-Raskur-tað reina krút-hjálparsamur :P
Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión?
-Keypt Hans Edvard nakrar klárar stampar. Nú er ein millión ikki tað stóra, tá man hugsar um meg :P
Hvat er tað fyrsta, tú minnist sum barn?
-Tað allar fyrsta eg minnist var, tá man spældi á hoyggjhúsloftinum sum óviti :P
Hvat kann fáa øði í teg dagliga?
-Tá bussarnir koma for seint, tað spinnir øði í gamla :P
Hvat fær teg at gleðast dagliga?
-Tá bussarnir koma til tíðina, og ein góður matpakki :P
Hvør er besta løtan í lívi tínum?
-Hon hevur ikki verið enn, tað verður aftaná skúlan :P
Bý ella bygd?
- eeeehh, skal man tora at siga bygd?
Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so búð?
-Í Vági
Besti føroyskur sangur?
-Vágagellan við Tinganest :P
Hvønn kendan persón kundi tú hugsað tær at hitt?
-Høgna Hoydal, hann er ein mergjaður maður :P
Hvønn søguligan persón hevði tú viljað hitt?
-Magnus Heinason, tí hann var sonur pápa sín :P
Um tað bar til at fara aftur í gamla tíð, hvar hevði tú viljað verið staddur?
-Man hevði nokk sett kósina til Húsavíkar. Eitt paradís á jørð :P
Besta bók?
- Mandy on holiday, sera fangandi :P
Hvør er tín lívrættur?
-Blóðpylsa við nógvari tolg :P
Hvat er tað ringasta tú kanst fáa at eta?
-Alt hetta svansi, pizza og burgarar :P
Hvør er tín sterkasta síða?
-Eri so ótrúliga grovur :P
Hvør er tín veikasta síða?
-At eta
Hevur tú nakað frítíðarítriv?
-Ja, eg siti nógv niðri :P
Hvat slag av undirbuksum dámar tær best?
-Haha. Langar ullintar undirbuksir :P
Hvørja stødd í skóm brúkar tú?
-brúki umleið stødd 47-48 sum eitt 6-mannafar :P
Hvat er tað besta í árinum?
-hehe, maturin kanska :P
Hvat er stuttligasta menniskja, tú hevur upplivað?
-Lærararnir í Eysturskúlanum, altíð til grin :P
Takk fyri: Jamen, tað var so lítið