08.03.2023 - Miðlabreytin

Nám X hópurin vitjaði í morgun OL-leikvøllin í Berlin.

 

Hesin leikvøllur var í sínum uppruna bygdur til olympisku leikirnar í Berlin í 1936, sum Hitler ætlaði sum ein sýnisglugga til frama fyri arisku rasuna.

 

Ta søguna kenna vit flest øll, men tó var hugvekjandi at hoyra frásøgnina einaferð enn, og eisini næmingarnir heftu seg við søgurnar fortaldar um henda ikoniska leikvøll. Og sum eini ferðaleiðarin tók til – so spælir fótbóltsliðið Hertha Berlin sínar heimadystir á einum søguligum staði.

 

Nógvar søguligar kappingar hava verið á hesum leikvølli – frá OL-leikunum í 1936 til HM-finaluna í fótbólti í 2006, har Zidane skallaði Materazzi og fekk reytt kort í longdu leiktíðini. Italia vann finaluna eftir brotssparkskapping.

 

Eisini eru fleiri konsertir har árliga – og spurningurin er so, um onkur kendur sangari úr Føroyum kemur at hava konsert har ... ella okkurt føroyskt ítróttarfólk fer at stíga á leikvøllin einaferð í framtíðini.

Og í hesum samanhangi kunnu vit nevna, at Special Olympic games verða í Berlin í juni 2023, og føroyingar verða umboðaðir. So spennandi verður at fylgja teim føroysku íðkandi – og føroyska Merkinum.





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX