Jógvan Páll
11.04.2021 - Maria L.Johannesen

NámX-og hvat nú?


1. Hvussu eitur tú?
    Eg eiti Jógvan Páll Arge Johannesen.

2. Hvar býrt tú?
    Eg búgvi í Kollafirði.

3. Lýs teg sjálvan við trimum orðum?
    Skúlabarn, tónleika-freak og klovn

4. Hvussu hevur NámX árið verið higartil?
    Deiligt, avslappandi og stuttligt, tí man møtir nógvum nýggjum fólki.

5. Hvar vart tú áðrenn NámX, og hvussu dámdi tær tað?
    Eg var í Kollafjarðar skúla. Tað var onkuntíð strævið, men gott. Man var eitt sindur tættari 
    við næmingarnar, tí tað bara var "ein" flokkur.

6. Hvar fert tú næsta ár og hví?
    Eg fari á Glasir, tí tað er tætt við.

7. Hvørja breyt hevur tú valt, og hví hevur tú valt júst hana?
    Eg havi valt hugbreyt, tí mær dámar væl mál og at skriva.    

8. Hevur tú valt hana vegna tína framtíðætlanir?
    Ja, tí eg vil kanska verða sálarfrøðingur ella lærari innanfyri mál ella tónleik.    

9. Hvat dámar tær best við NámX?
    Mær dámar væl stólarnar og tónleikabreytina, tí eg sleppi at spæla guitar og framføra.
    Mál er eisini gott, føroyskt, tí har fái eg møguleika at royna mítt djúphugsni.




Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX