Helena
15.04.2021 - Maria L.Johannesen

Nám X-og hvat nú?

1. Hvussu eitur tú?
    Eg eiti Helena Skylv Hansen.

2. Hvar býrt tú?
    Á Hvítanesi.

3. Lýs teg sjálva við trimum orðum?
    Íttróttarmenniskja, framlig og klossut.

4. Hvar var tú áðrenn NámX, og hvussu dámdi tær tað?
    Eg var í Hoyvíkar skúla, og tað var deiligt, tí mín flokkur var góður.

5. Hvar fert tú næsta ár og hví?
    Eg fari á Glasir, tí tað er í Havn.

6. Hvørja breyt hevur tú valt, og hví hevur tú valt júst hana?
    Eg havi valt náttúrubreyt, tí mær dámar ikki so væl mál, og                 náttúrubreytin ljóðar áhugaverd.

8. Hevur tú valt hana vegna tínar framtíðarætlanir?
    Nei, tí eg veit enn ikki, hvat eg vil.

9. Hvat dámar tær best við NámX?
    At tað er so avslappandi, og at man møtir nýggjum fólki, og man         situr ikki ov nógv inni í einum tíma, men er meira aktivur á                   breytunum, og er eitt sindur tættari saman við fólki enn í einum           vanligum tíma.





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX