
25.03.2021 - Miðlabreytin
Nám X húsast í Perluni í hesum døgum.
Hósdagin 25. og fríggjadagin 26. mars hava næmingar í Nám X ymisk tiltøk í Perluni. Endamálið er at savna pening til Krabbameinsfelagið.
Á skránni eru smásøla av ymsum slagi, umframt tónleikaframførslur hjá tónleikabreytini í Nám X. Fríggjadagin kl. 16 verður eisini skipað fyri uppboðssølu, har m.a. bilur og skúrur, ið handverksbreytin hevur smíðað, eru til sølu.
Opið er báðar dagar kl.10-19.
Verið vælkomin!