10.05.2022 - Miðlabreytin

Súkklutúrur runt í Berlin er fastur táttur á ferðini hjá Námi X. Og í dag hava so umleið 150 føroyingar – Nám X’arar og lærarar teirra – súkklað runt í Berlin.

Vit høvdu 8 ferðaleiðarar við okkum, og vórðu sostatt býtt í 8 bólkar. Felagið, ið skipar fyri, hevur árliga umleið 80.000 súkklandi gestir – og av teimum eru umleið 20.000 skúlanæmingar.

Í dag vitjaðu vit á henda sermerkta hátt fleiri av søguligu støðunum í Berlin sum t.d. Múrin, Brandenburger Tor, Ríkisdagin, jødisk minnismerki o.s.fr.

Veðrið var til vildar, og lata vit myndirnar tala ...





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX