
18.05.2022 - Miðlabreytin
Í gjárkvøldið var hugnaløta í Nám X. Stásiliga Nám X-hølið var karmur um eina hugnaliga og seinastu kvøldmáltíð í Nám X í skúlaárinum 2021-22.
Breytirnar skipaðu fyri undirhaldi - og felagssangur og framførslur vóru umframt Kahoot kapping.
Okkurt gott var til matna eisini.
Ein stak væleydnað samvera í Nám X hetta friðaliga várkvøld í mai. Vit lata myndirnar á namx.fo tala: