24.03.2021 - Miðlabreytin
Hósdagin 25. mars og fríggjadagin 26. mars kl. 10-19 savnar Nám X pening inn til innsavningarátakið Føroyar móti krabba, sum krabbameinsfelagið skipar fyri saman við KVF leygarkvøldið.
Nógv forvitnisligt er á skránni m.a. søla av lutaseðlum, ponyríðing, søla av listaverkum og uppboðssøla. Millum lutirnar, ið fara á uppboðssølu, eru ein bilur frá Bilrøkt, hjallur frá handverksbreytini og listarverk eftir listabreytini, Lailu Neshamar og Henny Dánialsdóttir.
Skráin sæst her:
Skráin hósdag:
kl. 10.00: Heðin Mortensen, borgarstóri, setur tiltakið
kl. 10.00 – 16.00: møguleiki at sigla við báti á Havnarvág
kl. 10.00 – 19.00: søla av kaffi, nýbakaðum vaflum, pylsubreyð, sunkist o.ø.
kl. 10.00 – 19.00: loppusøla
kl. 10.00 – 19.00: vælverubreytin flættar og bindur hár
kl. 10.00 – 19.00: lutaseðlasøla
kl. 10.00 – 19.00: listaframsýning og søla av verkunum
kl. 11.00: konsert við tónleikabreytini
kl. 14.00: konsert við tónleikabreytini
kl. 14.00 – 17.00: ponyríðing við føroyskum rossum
kl. 17.00: konsert við tónleikabreytini
Skráin fríggjadag: