
16.06.2020 - Miðlabreytin
Í gjár var seinasti skúladagur hjá Nám X-næmingunum. Nám X hevur nú rundað tey fyrstu 10 árini - og var skúlin vertur fyri hábærsligari løtu saman við næmingunum í skúlahøllini og Veðragarðinum. Felagsløta var við sangi, samanhaldi, spølum og grill.
Ein framúr góð løta saman við hesum brátt farna Nám X- árganginum. Síggj myndirnar her: