
Loftaði barni av fjórðu hædd
24.04.2011 - Sverri Egholm
44 ára gamla Helen Beard gjørdist dagsins hetja, tá hon bjargaði einum barni, sum datt av fjórðu hædd á einum hotelli í Florida.
Hon var stødd við ein svimjihyl, beint uttanfyri hotellið har tey gistu, tá hon brádliga var varug við at eitt 16 mánaðar gamalt barn var um at detta niður av eini altan á fjórðu hædd. Bretska ferðakvinnan handlaði sera skjótt. Hon rann yvir til staðið undir altanini, har hjálparleysa barnið royndi at halda sær.
Tá barnið misti takið, bar tað við altanina í triðju hædd, men á jørðini stóð bretska ferðakvinnan longu klár og loftaði barninum, Jay-Nea Myles, skrivar The Telegraph.
Kvinnan, sum eftir hendingina varð heiðrað av politinum í Florida fyri avrikið, stóð við lítla barninum í føvninginum til sjúkrabilur kom á staðið.
- Gentan hevur tað gott, og hevur onki mein fingið av tilburðinum, segði glaða mamman við bretska blaðið.
Mamman greiddi politinum frá, at hon hevði biðið nakrar vinir ansa barninum fyri seg, men tey høvdu ikki lagt merki til, at Jau-Nea Myles var farin út á altanina. Tað skrivar Netavísin.