
11.05.2022 - Miðlabreytin
Yvirskriftin er regla úr tekstinum hjá Rasmus Effersøe.
Og henda reglan rann okkum til hugs, nú Nám X vitjaði týningarleguna Sachsenhausen í dag.
Hóast kríggj nú eisini herjar á í Ukraina - so tætt at okkara gerandisdegi í Evropa - og enntá Norðurlondum - er tað sera trupult at seta seg inn í ræðuleikarnar, ið fóru fram undir seinna veraldarbardaga - og sum eisini síggjast í ymsu fjølmiðlunum úr Ukraina.
Og tess størri og álvarsamari og týdningarmeiri er uppgávan at kunna næmingarnar um og læra teir um kríggini og ræðuleikar teirra.