04.12.2021 - Miðlabreytin


Viðvíkjandi kronuavmarkingunum, dagføring

 

Góðu foreldur/verjar

Í samljóði við tilmælini frá myndugleikunum verður virksemið og undirvísingin framhaldandi tillagað í NámX komandi viku (viku 49).

Broytingarnar eru hesar:

 

1.     Næmingarnir skulu møta til undirvísing á breyt 1.

 

2.     Í vallærugreinunum verður undirvíst í føroyskum (grundstig og hástig), enskum (grundstig, hástig og Cambridge), støddfrøði (grundstig), alisfrøði, evnafrøði og í førleikamenning. Tað verður eingin undirvísing í støddfrøði, hástig.

 

3.     Eingin undirvísing er á breyt 2 og í vællærugreinunum framløguteknikki, samtíð, tilveru, hugaítrótti og sum lýst í pkt. 2, heldur ikki í støddfrøði, hástig.

 

4.     Næmingarnir skulu vísa góðan atburð viðvíkjandi frástøði, reinføri og annars fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.

 

5.     Hvussu verður við undirvísingini í viku 50 verða boð givin um undan vikuskiftinum í viku 49.

 

 

Heilsan

Bjarni Djurholm 





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX