Karaoke, felagssangur, grill og føroyskur dansur

30.03.2011 - Aage Nybo

Seinastu løturnar í Berlin vóru merktar av samveru og felagsskapi. Á pallin trinu føroyskir ungdómar og kvóðu so hjartaliga ormin langa o.o kvæði.

Týsku vertirnir stóðu sum steinstólpur og lýddu á, meðan stevini gingu.

Felagssangur við góðum forsangarum og tónleikarum fingu okkum at hóma teir heimligu klettarnar. 

Jú, heimferðin var byrjað!

Endamáltíðin í Berlin var einki minni enn grillaðir búffar við alskyns urtum omaná. Hesir kryddaðu okkum tilveruna í eina hægri eind, eina vælsmakkaða og væleydnaða námsferð, sum elvdi til sterk vinarbond við ríkum og dýrabarum løtum, har stevið var gott!

Ein framúr góður túrur við sera væl hýrdum næmingum og lærarum!

  





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX