
25.03.2021 - Miðlabreytin
Ein partur av undirvísingini á ítróttabreytini í Nám X er, at næmingarnir eru á venjaraskeiði, sum ÍSF skipar fyri.
Innihaldið á skeiðnum er bæði teoretiskt og praktiskt, og umfatar evnini:
- Ítróttur og venjing
- Ítróttaskaðar
- Ítróttur og børn.
Endamálið við ítróttabreytini á Nám X er m.a. at geva næminginum upplivingar og royndir - og vekja áhuga fyri kropsligari venjing og menning.
Venjara 1 útbúgvingin, sum breytin hevur tikið hesar seinastu vikurnar, er m.a væl egnað til grundleggjandi hættir, sum ein venjari skal taka atlit til, tá ein venur børn og ung.
Undirvísari á skeiðnum var Heri Ziska.