
30.09.2021 - Miðlabreytin
Í dag vóru holdini í føroyskum á ferð í Tinganesi. Endamálið var at vísa á tey ymsu støðini og leikalandið, sum Beinta Broberg, nevnd illa Beinta, seinni Barbara, vaks upp í sum barn og eisini búði sum vaksin. Holdini lesa søgnina um Beintu, sum Hans Andrias Djurhuus hevur skrivað. Ein forvitnislig ferð inn í søguna, har gomul virði og tann gamli livihátturin so væl verða lýst.
Beinta livdi frá 1676-1752 og búði í Gongini. Sanniliga løgdu næmingarnir sær væl í geyma hesa søguligu tíð - væl hugdu teir at Nesinum og teimum gomlu flagtaktu húsunum, Portugálinum, Vippuni og hús Barbaru.
Eisini vórðu ungu Nám X-ararnir bodnir á hábærsliga vitjan inni í Fíggjarmálaráðnum, har Bára so hugagóð greiddi næmingunum frá og vísti teimum tey søguligu húsini. Vit lata myndirnar tala: