
Góður sunnudagur í Berlin
21.03.2011 - Sverri Egholm
Eftir drúgva ferð við bussi, komu vit endiliga til Berlin á midnátt til sunnudagin.
Longu sunnumorgunin kl. 09.00 fóru vit til búgvið morgunmatarborð á Amstel House Hostel.
Síðani fóru vit at hyggja okkum í kring í grannalagnum. Gingið varð framvið 'Der Spree' - og veðrið var okkum avgjørt til vildar.
Tíðliga seinnapartin vitjaðu vit umráði um Tiergarten, ið er stór lund í Berlin, ið er runt sjálvan djóragarðin. Vit hittu Otto von Bismarck, sóu sigurssúlu, ið varð klædd við gulli. Næmingarnir fingu høvið at standa undir liðini á sjálvum Bismarck.
Leiðin gekk síðani síðani til Kurfúrstendamm, ið er ein høvuðsgøtan í Berlin. Her vitjaðu vit djóragarðin, onkur handil fekk ágóðan av føroyskum ferðafólki, og kl. 18 varð farið í kirkju.
Kirkjan kallaðist Der Kaiser -Wilhelm-Gedachtnis - kirche - ein kirkja, ið var bumbað undir krígnum, men varðveitt sum leivd.
Afturkomin vóru fólk sera væl nøgd, og gleða seg til mánadagin, tá súkklutúrur á leivdunum av Berlin-múrinum er á skránni.
Øll hava tað gott, og lata heilsa.