12.04.2021 - Miðlabreytin

Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir úr Nám X gjørdust vinnarar av Skúla FM 2021 í íverksetan við DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum.

Sum vinnarar av SkúlaFM fekk DUEL samstundis møguleika at kappast um Danmarksmeistaraheitið. 

Kappingini Next Level, sum Fonden for Entreprenørskab skipar fyri, verður fyri skúlanæmingar í Danmark og úr Grønlandi.

Orsakað av koronasmittuni verður kappingin í ár hildin á netinum, og koma næmingarnir í DUEL at hava sína framløgu í Íverksetarahúsinum, har framløgan eisini verður stroymd.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður hósdagin 15. apríl.





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX