
Býr ein lítil sjónleikari í tær?
27.04.2011 -
Fjórða árið á rað skipa Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) og Føroya Fólkaháskúli fyri LEIKLISTARSKÚLA FØROYA. Leiklistarskúlin byrjar mikukvøldið 1. juni kl. 19 og endar við sjónleikarsýningum sunnudagin 5. juni kl. 17.
Undirvíst verður í scenografi, leiklist, leikstjórn og at skriva til pall, og pláss verður fyri 26 næmingum. Næmingarnir búgva á Háskúlanum.
Leiklistarskúli í Føroyum Hevur til endamáls:
• at hækka støðið í føroyskum áhugaleiki
• at fáa fleiri áhugaleikarar
• at fáa fleiri leikstjórar
• at fáa fleiri scenografar
• at fáa fleiri nýskrivaðar føroyskar leikir
• at skapa betri netverk millum føroyskar áhugaleikarar
Lærarar verða Maria í Dali, Ágústa Skúladóttir, Sigrún Valbergsdóttir og Oddfríður Marni Rasmussen.
Mikukvøldið verður undirvíst kl. 19 til 23, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin kl. 9 til 18, og sunnudagin kl. 10-15.
Skúlin endar við at leikir verða framførdir. Eitt kvøld verður open hour, har sagt verður frá, hvussu gongst við arbeiðinum, hvussu langt er komið ávegis, hvørjir arbeiðshættir verða brúktir.
Eitt kvøld framføra næmingarnir okkurt, teir duga væl, t.d. at syngja, spæla einmansleik, minia¬turuleik, lesa yrkingar, pantomime, instrumentspæl el.a.
Leygarkvøldið verður hugnakvøld við mati og dansi, og næmingarnir spæla leikir hvør fyri øðrum.
Gjaldið fyri undirvísing, kost og vistarhald er:
● fyri limir í limafeløgum MáF’s og Ungum í MáF: 1.250,- kr.
● fyri tey, sum ikki eru limir: 2.000,- kr.
Gjaldið skal flytast í Eik Banka, kontonr. 185.132.4 ikki seinni enn 4. mai. Eitt tekningarskjal, sum fæst frá MáF skal verða sent okkum ikki seinni enn 4. mai 2011. Skjalið liggur eisini á heimasíðuni www.maf.fo