Burgarar frá Burger King kunnu geva krabbamein

29.04.2011 -

 

Teir væl umtóktu ”eldgrillaðu burgararnir úr 100 prosent oksakjøti”, ið eru at fáa í Burger King, kunnu elva til krabbamein, og hagfrøðisliga kunnu 1000 burgara-etandi danir hava verið útsettir fyri heilsuskaða.


So mikið greið var niðurstøðan hjá serfrøðingum í tí danska matvørueftirlitunum, ið fleiri ferðir í 2009 og 2010 hava avdúkað eitt alt ov høgt innihald av nøkrum eitrandi kemiskum evnum í búffunum hjá skundverðisketuni.


Avisen.dk skrivar, at matvørumyndugleikarnir í nógvar mánaðir hava verið stúrin fyri kundunum hjá Burger King, sum ótu teir búffarnar, ið vórðu grillaðir við ov høgum hitastigi undir eldi.


Kundarnir vórðu útsettir fyri tey somu krabbameinselvandi evni, ið eisini fáast við at eta kolað kjøt, ið er  grillað á eini havagrill.


”Matvøran má roknast sum heilsuskaðilig”, segði matvørueftirlitið, ið gav millum annað Burger King eina bót, og boð um at minka um mongdina av krabbameinselvandi evnum.


Kelda: Ekstra Bladet

 





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX