
Á súkklu við ferðaleiðara
Berlin on bike
24.04.2012 - Peter Hentze Niclasen
Í fagrasta veðri fóru 120 næmingar og lærarar úr Nám X út á gøturnar í Berlin í dag – mánadagin 23. apríl.
Saman við ferðaleiðara upplivdu vit Berlin úr saðilinum á súkkluni. Ein frálíkur háttur at gera seg kunnugan við ein stórbý.
Í 16-17 hitastigum søgdu vitugir ferðaleiðarar frá um býarinnar søgu – og søguliga lotið tóktist okkum serliga nærverandi í dag, tá ið vit hoyrdu um Brandenburger Tor – býarportur Berlins – um, hvussu der Reichstag brendi niður í 1930’árunum – og um hópskrúðgongur hjá nazistunum á gøtuni Unter den Linden, har Hitler heilsaði fólkinum og hermonnum sínum.
Hvør veit, um vit ikki í summar hava ein ferðavinnumøguleika í Tórshavn, ið kallast Tórshavn on bike.
Allir Berlinfararar hava tað gott, og lata heilsa !