Ásleyg Súnadóttir, nýggjársprofilurin


Navn:
Ásleyg Súnadóttir
Aldur: 16 ár
Skúli: Nám X
Bústaður: Argir

Hvat lívsstarv ynskir tú tær?
- Eg havi altíð droymt um journalist, men nú hugsi eg eisini um at verða fysioterapeut.

Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión?
-eg hevði nokk bjóðað vinunum í eitt rimmar ball við fríðari barr, haha… 

Hvat kann fáa øði í teg dagliga? 
-ringt lag og vánalig tænasta

Hvat fær teg at gleðast dagliga? 
- vinarlig fólk og sól, sjálvt um tað er sjálvdan.

Hvør er besta løtan í lívi tínum? 
- tá mamma føddi meg.. og sjálvandi eisini, tá vit, gentur 17 ár, blivu greipuvinnarar í fjør við Kyndli, haha ;).

Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so búð? 
- mær dámar væl sól, so nokk onkrastaðni í Spania ella har suðuri. 

Hvør er ringasta løtan í lívi tínum?
-tá abbi mín doyð

Hvønn kendan persón kundi tú hugsað tær at hitt?
- mær dámar seeera væl Chad Micheal Murray, so tað hevði dámað mær væl at sæð hann - muums!

Hvør er tín sterkasta síða? 
- eg haldi sjálv, at eg dugi væl at tosa, og um eg eri í góðum lag, dugi eg væl at fáa fólk at smíla og hugsa positivt.

Hvør er tín veikasta síða?
- eg eri rættiliga illsint, so :(

Hvat gjørdi tú í summar?
- eg var nógv saman við vinum, og so var eg í Danmark við familjuni.

Hevur tú nakað frítíðarítriv? 
- ja, eg spæli handbólt og fótbólt, tað havi eg gjørt alt mítt lív. 

Hvítt ella svart?
-Hvítt.

Hvussu nógvar bróstvortur hevur tú? 
- eg havi tíðanverri bara tvær :(

Hvat slag av undirbuksum dámar tær best? 
- eg elski Bjørn Borg

Hvat fyri stødd í skóm brúkar tú?
-eg veit ikki um tað er flóvisligt ella ei, men eg brúki nummar 40. 

Heldur tú, at tú sjálv ert lekkur?
ja!

Lýs teg sjálvan við trimum orðum!
-illsint, blíð og fyrikomandi ;)

Rakar tú tær?
-ja, tað geri eg.

Hvat tendrar teg?
-charming.

Hvussu leingi situr tú á kummuni? 
- eg kann gott finna uppá at sita eina løtu og spæla okkurt á telefonini

Hvat er tað besta í árinum? 
- tá summarfrítíðin byrja

Stuttar ella langar negl? 
- eg bíti sjálv negl, so havi ikki serliga langar.. men mær dámar væl langar negl, tí tær kitla so lekkirt;)

Hevur tú nakra fobi? 
- um eg gangi heim um náttina einsamøll, kann eg gerast eitt sindur bangin, men annars ikki,haldi eg..

Hvat er stuttligasta menniskja, tú hevur upplivað? 
- mær dámar sera væl Kristvør Andreasen, hon plagar at undirhalda meg.. haha!

Hevur tú nakað nýggjárslyfti?
-eg havi faktist sett mær fyri at minka um at banna, eg banni ov illa :( 

Takk fyri!




Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX