Alexandra hugleiðir um studentaskúlalívið

01.05.2011 -


Vælkomin í student Nú er tíðin komin, har næmingar fáa brøv aftur frá Studentaskúlanum. 

Nøkur fáa svarið 'Nei, kanska næsta ár', meðan onnur fáa svarið 'Jamen, kom endiliga'. Tey eru spent, forvitin og kanska eitt lítið sindur órógvað. 'Hvat fer at henda nú? Fer tað at ganga væl í student?', hugsa tey. Onnur vita kanska ikki, hvat tey skulu aftan á Nám-X ella 9 flokk. Men hallóóóó, tað ger onki. Torir, tímir ella orkar ein ikki at ganga nøkur ár afturat í skúla, so er tað bara at slappa av. 

Kanska fáa sær eitt lítið arbeiði, ella møguliga vil ein út at ferðast. Leypa í eitt flogfar og fara sína egnu leið. Ein noyðist ikki at skunda sær gjøgnum lívið. Liv, meðan tú ert ung/ur! Fer mann víðari,-jamen, so ger mann tað! Student og tílíkir skúlar, eru torførir. Tað er ikki bara bara. Lærararnir eru strangir, nógv heimaarbeiði, og tú sleppur næstan ikki at vera sjúkur. Missir tú ov nógvar tímar, verður tú blakað/ur úr. 

Strangar lógir! 
Tað veit eg nógv um, av tí at eg gekk eina løtu í student, áðrenn eg fór í Nám X. Lærararnir vóru einki serliga fittir, og vit fingu heimaarbeiði í øllum fakum - hvøøønn dag. Tað var sjálvdan, at eg fekk loyvi til at fara á WC, tá vit høvdu tíma – um eg gloymdi at fara í fríkorterinum, altso. Um eg so slapp, segði lærarin, at eg skuldi vaska hendurnar væl, hehe. Tað flenti øll altíð eftir, men tað var eitt sindur irriterandi, tá ein hevði bíðað í 10 min. eftir at sleppa í privata rúmið :) 

Um morgunin orkar tú næstan ikki at fara í skúla. Busstúrurin er langur og nógv fólk eru í honum – altso onki sitipláss er tøkt, um ein kemur í á teimum seinnu busssteðgiplássunum. So lærdi ein at fara í bussin fyrr á degnum. T.d fór eg í seinasta lagi kl. 07:30 - av og á var klokkan einans 07:10. Men tað uppdagaði eg skjótt, var so rotið. Brekkan til og frá skúlanum, er lang og tung, og tá hon so endiliga er endað, eru langar trappur til skúlastovurnar. 

Men tað fyrsta er lukturin inni í gongini – só nógvir sveittuttir ungdómar, kanska? ... ella soppur?
 
Inni í flokkinum hugna øll sær og tosa við hvønn annan. Lærarin kemur inn, og beinanvegin verður tað kvirt og strævið aftur. Onkur lærari tosar og tosar út í tað óendaliga, so mann hvørki veit um mann svevur ella er vakin, onkur tosar hvørki danskt ella føroykst, og onkur bara skeldar.
Studentaskúlin er bert fyri tey, sum orka at fara ígjøgnum alt tosið, øll pappírini, bøkurnar, lærararnar, stílarnir, trappurnar, brekkurnar, busstúrarnar og blahblahblah. 

Men sjálvandi er tað altíð ein troyst, at nógvar flokksveitslur verða hildnar ;)
 
Men ja, ikki vil eg gera nakran bangnan. Kanska eru tit spent, kanska ikki? Tað er bara at gera sum tú vilt, og spyrja teg sjálva/n: Vælkomin í student....? 

~APP




Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX