
21.01.2022 - Miðlabreytin
Miðla- og filmsbreytin var filmstúr í Sandoynni í gjár, har tey sluppu at royna seg við ljósum og leikstjórn. Næmingarnir vóru harafturat úti og gjørdu smáar samrøður við sandoyingar, ið tey hittu í nærumhvørvinum rundanum Ungmannahúsið á Sandi, har tey sluppu at vera nakrar tímar, meðan vit vóru her suðuri.
At enda fingu vit vitjan av Sakarias Stórá, leikstjóra úr Skopun, ið greiddi eitt sindur frá filmsgerð og metti um filmsupptøkurnar hjá næmingunum, ið fingu gott skoðsmál.
Ein væleydnað útferð, við hugaðum fólkum.