
Marran hjá Torres: 1000 min.uttan mál
30.01.2012 - bergurj
Stjørnuáleyparin hjá Chelsea, Fernando Torres, skifti frá Liverpool til Chelsea fyri ári síðani.
Hann setti nýtt sølumet í Onglandi og varð seldur fyri 425 mill.kr. Tann spanski áleyparin hevur tó ikki megnað at víst sølu/keypsvirði, tá hann ikki hevur fingið mál í 16 dystum, ella í 1035 min. fyri Chelsea.
Seinasta vikuskifti leikti Chelsea dyst ímóti QPR og vunnu 1-0. Torres hevði ikki skot á málið í hesum dystinum - so sigsast má, at eingin glotti er at hóma.
27 ára gamli Torres hevur leikt 43 dystir fyri Chelsea og bert skorað 5 mál.






