Próvhandanin hjá Nám X

Próvhandanin verður í morgin, hósdagin 17. juni, klokkan 17 í høllini á Hálsi.
Aftaná bjóðar skúlin ein drekkamunn.
Næmingarnir møta stundisliga klokkan 16 til felags myndatøku.
Myndin verður tikin á parkeringsplássinum eystan/sunnanfyri høllina, so best er, at eingin parkering er har, fyrr enn myndatøkan er liðug.
Próvhandanin er í ítróttarhøllini eftir tilmæli frá koronuráðgevingini.
Áskoðara-stólarekkjur verða settar upp. Mælt verður til, at foreldur og avvarandi halda frástøðu. Tað merkir, at pør/avvarandi sita saman, men annars halda frástøðu til hini.
Næmingarnir fara at sita á áskoðarabenkrunum fram við útvegginum..
Orsakað av nógvum sóttarhaldum herfyri, vóru nakrir næmingar ikki til próvtøkurnar. Fráverurnar eru skrásettar og fáa umrøddu næmingar kortini prógv handað.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til próvhandanina.
Heilsan
Bjarni Djurholm