Nám X í starvsvenjing: Cecilie og Helena - Berg Hestar

Hendan dagin, vit vóru og vitjaðu Nám X næmingar í starvsvenjing, hittu vit Cecilie og Helenu. Tær eru í starvsvenjing á ´Berg Hestar'.

-Mær dámar væl at fáast við alt hetta, sum hevur við rossini at gera, sigur Cecilie, tá spurt verður um valið. 

-Tá vit fingu møguleikan at velja breytir í Nám X, valdu vit sjálvsagt náttúru-og djórabreytina. Her fingu vit møguleikan at fríska barndómsdreymar okkara upp aftur - vit hava fingist nógv við tey føroysku rossini á breytini. Nú eru vit so komnar á rætta stað her í starvsvenjingini, og hetta dámar okkum sera væl, sigur Helena at enda.

Miðlar kannar pulsin og vitjar nøkur starvsstøð, nú Nám X'arar eru í starvsvenjing