Hátíðardámur í Nám X

Huganaløta í Nám X


Í sambandi við stórbæra úrslitið hjá Elini og Duritu, sum vunnu DM í íverksetan 😊, vóru Nám X´arar savnaðir til hátíðarløtu fríggjamorgunin fyri at heiðra teimum.


Eisini vórðu Tóki, Petur, Dánjal og Martin heiðraðir fyri flottu úrslitini, tá teir í tveimum førum vunnu kappingar, fyrst kapping hjá Granskingarráðnum um Koronutíðina - og síðani kappingina hjá Nema, Føroya Tele og SSP um at ferðast trygt á netinum.


Vit ynskja vinnarunum og Nám X hjartaliga til lukku við úrslitunum og lata myndirnar tala: