Gaming.fo skipar fyri e-sport tiltaki

08.04.2011 - Sverri Egholm

Í mai verður eitt øðrvísi tiltak í Perluni í Tórshavn. Talan er um Gaming.fo Cup, har bestu telduspælarar í Føroyum fara at kappast hvør móti øðrum.

Kompetetiv telduspæling, eisini kallað E-sport, er ein stórur ídnaður í londunum kring okkum, og hevur eisini nógvar føroyskar spælarar og fjepparar. 

Nú verður skipað fyri Føroya fyrsta veruliga E-sport tiltaki við fokus á spennandi kappingar og upplivingar hjá áskoðaranum. 

Kappast verður í trimum spølum: Counter-Strike 1.6, Starcraft II og Defense of the Ancients. Í mai verður skipað fyri undanumførum, har til ber at kvalifisera seg til finalurnar í Perluni tann 28. mai. 

Finalurnar verða vístar á stórskíggja, og kommentatorar fara samstundis at gera viðmerkingar. 

Dentur verður lagdur á at gera tað lætt og spennandi hjá áskoðarum at fylgja við. 

Higartil váttaðir sponsorar eru SteelSeries, Føroya Tele og Klikk.fo. 

 Endamálið við tiltakinum er at skapa størri áhuga og betri karmar fyri gaming og E-sport í Føroyum. Tískil verður ókeypis at melda seg til, og eisini verður ókeypis atgongd fyri áskoðarum. 

Fleiri upplýsingar og tilmelding eru at finna á heimasíðuni www.Gaming.fo. 

Um Gaming.fo 
Í 2008 stovnaði Halgir Winther Nagata Gaming.fo við tí endamáli at savna føroyskar telduspælarar á einum stað. Við hesum skuldu betri karmar skapast fyri spælarar í øllum aldrum, har dentur verður lagdur á at menna tey sosialu aspektini við telduspølum.


Kelda: Tíðindaskriv





Kom í NámX