
Allur býurin vinnur í lotto - uttan ein maður
02.02.2012 - Helena Lamhauge
Ein spanskur maður er sikkurt eitt sindur irriteraður.
Allar 70 familjurnar í býnum vunnu í lotto og deildu vinningin, sum var heilar 5 milliardir. Tað vil siga uml. 70 milliónir til hvørt húskið.
Tað vóru nakrar heimagangandi konur, sum gingu runt í spanska býnum Sodeto og seldu 'Jólalotto' seðlar, sum verður selt hvørt ár í øllum landinum. Men tær gloymdu at banka uppá hjá Costis Misotakis.
Men, eftirsum hann var tann einasti, sum ikki vann í øllum býnum, kom ein fittur granni og keypti eitt sindur av jørðinum hjá honum, sum hann leingi hevði ætlað sær at sloppið av við.






